“TOYMISMENNING: Arbeiðsútvecklingar Skifti”

“Vælkomin til TOYMISMENNING, har vit umbilda arbeiðsútveckling. Várar skræddarsydde treningar berja starvsfólk við praktiskum avbjóðingum fyri persónlig vøkst, og skapa framgongd fyri tína fyritøku.”

Vit hava gjørt eitt konsept til at menna starvsfólk við praktiskum venjingum og avbjóðingum. Okkara førleikar at geva starvsfólkum avbjóðingar, har tey “fara út um trygdargeiran” eru persónliga gevandi og mennandi fyri virkið.

Vit seta eina toymismenningarskrá saman eftir ynski og tørvi hjá virkinum. Við okkara drúgvu royndum at arbeiða  við starvsfólkamenning  í praksis, vegleiða vit um eina skrá. Við støði í HPT-fyrilestri skipa vit fyri praktiskum venjingum, har vit eygleiða og eftirmeta luttakaranar.

Onnur faklig innlegg kunnu vera partur í skránni.

Ein starvsfólkdag kann eitt tema, sum virkið arbeiðir við,  vera partur í skránni., t.d. trygd, optimering av arbeiðsgongdum, virðisgrundarlag o.a.

TOYMISMENNING

VIRÐISGRUNDARLAGIР

Virðisgrundarlagið hjá virkinum er ofta partur av skránni. Soleiðis gera vit virðisgrundarlagið livandi, so tað festir seg í upplivingum.

Við orðunum hjá Kierkegaard í huga,

  • Fortel mær okkurt og eg gloymi tað
  • vís mær okkurt eg fari kanska at minnast tað,
  • gev mær eina uppliving og eg minnist hana fyri lívið

Soleiðis hugsa vit eisini at okkara frálæra kjølfestir seg.

Hevur virkið einki formaliserað virðisgrundarlag, kunnu vit saman við starvsfólkunum menna eitt virðisgrundarlag,

TOYMISMENNANDI MØGULEIKAR 

Praktiskar venjingar

Luttakararnir skulu loysa ymiskar praktiskar uppgávur, ið stimbra samskiftið og samstarv. Uppgávurnar kunnu vera at byggja konstruktion, loysa logiskar uppgávur, spurningar, samstarva um at finna fram til uppgávurnar.

GPS Adventure
Uppgávan er at styrkja samskiftið og fáa fatanina av, hvat skal til fyri at samskiftið er best/optimalt. Luttakaranir vera býttir upp í lið og kappast um at finna støð í býnum, har ein uppgáva skal loysast. Ein partur av toyminum vegleiðir tey, ið sita á einum ella øðrum stað.

Gourmettoymismenning
Toymismenning har vit fara aftur til upprunan at styrkja samstarvi. Við spennandi kulinariskum upplivingum, inspireraðar av tí norðurlendska og føroyska spískamarinum. Saman við kendum føroyskum kokkum eru okkara viðskiftafólk við í allari tilgongdini. Rávøran verður útvegað við veiðu, savnað ella heystað, og verður síðan hagreidd og virkað. Tiltakið endar við, at viðskiftafólkið velur bestu, vakrastu og mest spennandi rættir.

Alt fer fram í hugnaligum serføroyskum umhvørvi við 1. floks rávørum úr Føroyum.

TOYMISMENNING